2019-01-04 14:41

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum - Katrin Jóhanna - sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi, fór at sigla inn fyri løtu síðan, teir hava 1.700 tons, teir verða á Fuglafirði um 23-tíðina í kvøld.
Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir siga, at skipið riggar væl, eisini fer tað væl við sær í sjónum, teir vóru úti, tá ið veðrið øtlaði nýggjársaftan, men sum sagt - sera væl nøgdir við skipið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald