Vinna

Katrin Jóhanna hevur loyst úr Skagen

...

2018-12-07 17:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum Katrin Jóhanna hevur í skrivandi stund loyst úr Skagen í Danmark, har tað hevur verið í nakrar dagar, har tað er pussað upp.

Katrin Jóhanna og er merkt VA 410, tað er P/f Kinnfelli í Miðvági, sum eigur skipið, sum er keypt fyri kr. 43,5 milliónir. Skipið er bygt í Norra í 1997 og er Katrin Jóhanna 73 metrar til longdar.

Nýggja skipið hevur saman við Snarfrost menningarkvotur í fýra ár, kvoturnar eru 10.400 tons av svartkjafti, 2002 tons av makreli og 1593 tons av sild.

Ávegis til Føroyar skal Katrin Jóhanna til Forsnavag í Norra eftir tveimum trolum. Katrin Jóhanna verður væntandi í Føroyum mánadagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder