
Í dag var stór móttøka fyri nýggja skipinum í Miðvági - Katrin Jóhannu - Katrin Jóhanna hevur saman við Snarfrost fingið menningarkvotur í fýra ár, kvoturnar eru 10.400 tons av svartkjafti, 2002 tons av makreli og 1593 tons av sild.
Katrin Jóhanna fer væntandi av Miðvági longu í morgin, kósin verður sett ímóti Fuglafirði har rigga verður til at fara til fiskiskap.
Reiðarin Tummas Hendriksen segði í røðuni, at skipið fer væntandi til fiskiskap eftir makreli seinni í hesari vikuni.
Borgarstjórin í Vága kommunu flutti fram røðu.
??ftir ætlan skal framleiðslan á Snarfrost byrja í komandi viku, men virkið í Miðvági klárar ikki at taka ímóti øllum, og tí skulu virkini í Hvalba og í Vestmanna hjálpa til at taka ímóti fiski at byrja við.
Manningin telur 10 mans, og skipari á Katrin Jóhannu verður Árni Dalsgaard úr Miðvági. Ein norðmaður ið hevur siglt við skipinum í 20 ár verður við fyrstu túrarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald