Vinna

Karlamagnus fór at leka í gjárskvøldi

...

2018-03-01 07:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 21:52 í gjárskvøldi fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan frá útróðrarbátinum Karlamagnus, at báturin var farin at leka, og tók vatn inn. 4 mans vóru umborð.

Boð blivu send eftir Ziska og Brimli, sum fóru til Karlamagnus, sum var staddur ein fj. norður úr Kunoyarnakka. Ziska kom til Karlamagnus góðan tíma eftir at boðini komu til MRCC, og klokkan 22:50 hevði Karlamagnus fingu tvær pumpur frá Ziska, sum síðani sleipaði bátin til Klaksvíkar. Brimil var hjá Ziska og Karlamagnus klokkan 23:34. Klokkan eitt í nátt hevði Ziska sleipað Karlamagnus til Klaksvíkar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder