Karl Jóhan Nielsen heldur fram sum formaður í Krígssavninum. Tað er greitt, eftir at nýggja nevndin hevur havt sín fyrsta fund og skipað seg eftir aðalfundin mánakvøldið.
Á aðalfundinum hesaferð stóðu Karl Jóhan Nielsen og Poul Arni Jacobsen fyri vali. Karl Jóhan Nielsen tók við afturvali til nevndina, men Poul Arni Jacobsen bar seg undan afturvali, og varð í staðin valdur sum tiltakslimur. Klæmint Weihe, sum frammanundan hevði verið tiltakslimur, varð síðani valdur sum nevndarlimur, og sum nýggjur tiltakslimur varð Petur Elias Nielsen valdur.
Nýggja nevndin sær nú soleiðis út: Karl Jóhan Nielsen, formaður, Dánjal Poulsen, næstformaður, Marna Jacobsen, skrivari, Fróði Poulsen, peningarøkil, og Klæmint Weihe, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Poul Arni Jacobsen og Petur Elias Nielsen.
Í síni formansfrágreiðing fegnaðist Karl Jóhan Nielsen um, at friður nú valdar um framtíðina hjá Krígssavninum, tí samstarvið við Mentamálaráðið, Tjóðsavnið og Fornminnisnevndina er vorðið av tí besta.
Tó at tepurt er við pengum, gongur arbeiðið at umvæla SOR-bygningin við flogvøllin framá, og tað liggur nú púra fast, at tað verður í SOR-bygninginum, at Krígssavnið kemur at húsast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald