Politikkur

Káratunnilin

...

2013-08-28 00:10 Author image
placeholder

UM KÁRATUNNILIN!

Ein sera stórur meiriluti av føroyingum er í móti at tveita pening fyri ein heilan SUÐURTUNNIL av landinum við at binda seg til CIP-harkaliðið.

Hvat er at gera tá VANSTÝRISSAMGONGAN hevur samtykt alt framman undan?

Tá Kaj Leo og Jørgin ikki duga at telva "TAÐ ST??RA TAKI" ígjøgnum eitt helst nærum samt Løgting?

Nei teir egna við 150 "luftmiljónum", líkasum fyri sikkurheitsskyld fyri at bróta niður allar demokratiskar grundreglur, og so í móti fólkaviljanum afturat!

Nú mugu vit bara vóna at Rættarnevndin ger tað sum ofta er gjørt: At málið ikki kemur úr aftur nevndini!

Tað er ein diplomatiskur háttur til at drepa geykaeggið.

Skilabetri er at gjalda eina miljón fyri Káralyftini enn tríggjar miljardir orsaka av eini ódemokratiskari løgtingslóg!

Tað verur jú val aftur!

Vónandi skjótt!

Hanus Vang

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder