2014-04-17 00:24
Um páskahalguna verður stórt kampingtreff í Fuglafirði.
Kampingtreffið byrjaði í dag og heldur á til 2. páskadag, tað verða fleiri enn sjeyti kampingvognar í Fuglafirði hesar dagarnar.
Tað er Jóhan Clementsen sum er fyriskipari í Fuglafirði, vit tosaðu við hann fyri løtu síðan, hann segð, at nú vóru allir kampingvognarnir komnir á plássið, teir fyrstu komu longu mánadagin.
Jóhan letur væl at, tað er góður hýrur á fólki og umstøðurnar eru óføra góðar. Menturnarhúsið í Fuglafirði verður brúkt í samband við treffið, sum verður um vikuskiftið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald