2014-05-09 21:07
Línuskipið Kambur, sum hevur roynt undir Íslandi, landar 200 tons, sum teir fingu á 34 setum, segði skiparin Mortan Mortensen, tá vit um middagin prátaðu við hann umborð á Kambi.
Størsti parturin av veiðuni er hýsa, teir fá uml. kr. 25/ kg fyri hýsuna, segði skiparin.
Kambur frystir veiðuna umborð.
Nú verður fyrst farið á beding, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið skal gerast, segði skiparin Mortan Mortensen. So verður helst farið til fiskiskap á føroyaleiðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald