Juvél II komin úr dokkinií Skagen!
Meðan Juvél II lá á Skála varð tann eyðkenda ???tunnan??? (útsýnisrúmið), ovast á fremru mastur, tikin niður. Hvat grønlendingar, sum mangan hava tikið ímóti Júvel II, fara at siga um tað er óvist, men eitt er vist, at tað fyrsta, sum mangir av teimum sóu, táið Juvél II kom um tað síðsta nesið, var húsið/tunnan ovast á fremru mastur - og tá visti øll bygdin, ???at nú kemur Juvél II!???
Í DOKK
Meðan Juvél II hevur verið í dokk í Skagen, er skipið sandblást um allan botnin, og yvir vatnlinjuni er skipið plettsandblást. Eisini er umfatandi málaraarbeiði farið fram um alt skipið uttaná, har eisini skipsdekkið og bátadekkið eru smurd av nýggjum.
Tað, sum kann nevnast sum stórtíðindi er, at Juvél II hevur fingið ein sokallaðan rullutanga/stabilisatortanga monteraðan aftast á brúgvatakið. Var tunnan í mastrini eitt eyðkenni fyri skipið, verður rullutangin tað ikki minni. Ein ávís nøgd av vatni verður koyrt í tangan, sum eftir ætlan skal virka, at rullið verður munandi minni. Fleiri føroyskir fiskimenn, sum hava fingið slíkar tangar monteraðar á teirra skip, siga jaliga, at teir kenna ikki skipið aftur ??? nú vóna vit tað besta!
??R DOKK
Týsdagin 04. mai fór Juvél II úr dokkini í Skagen, og síðani er ymiskt arbeiði gjørt liðugt: Nýtt havnaagregat/neyðagregat er monterað undir bakkanum, og á brúnni er ein nýggjur plottari monteraður, og somuleiðis ein nýggjur radari.
Í messuni eru stólarnir og sofurnar runt borið klødd av nýggjum, og í gongini er nýtt teppið lagt á dúrkið. Ikki má gloymast, at eisini eru nýseymaðar gardinur hongdar upp í messuni. Gallan hevur fingið eina nýggja stationeraða steikipannu, sum kokkurin á heimferðini er sera glaður fyri.
KLASSIN hevur verið umborð til eftirlit. Stabilitetsroyndir eru gjørdar, og alt er sum tað eigur at vera.
Meðan Juvél II hevur verið í dokk í Skagen hava Jógvan Pall Sevdal, Heðin Hansen og Edmundi Joensen, sum er búsitandi í Hirtshals, havt uppsýn við arbeiðinum, og hava sjálvir gjørt ymiskt fyrifallandi arbeiði umborð.
Skiparin á heimferðini, Árni Joensen, roknar við at fara úr Skagen týsdagin 11. mai. Tað tekur trý samdøgur hjá Juvél II at sigla úr Skagen til Klaksvíkar. Teir, sum sigla heim við skipinum eru: Jógvan Páll Sevdal, Heðin Hansen, Árni Joensen, Mikkjal Petur og Poul Jóhan Djurhuus.
Kelda: Kristiliga Tíðindatænastan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald