Tað var í 2008, at Missiónskipið Juvél 2 fór til Grønlands á fyrsta sinni. Síðani hevur skipið verið á hvørjum ári í Grønlandi. Í fjørð var Juvél 2 so langt norðuri sum í Thule. Hetta var fyrsta vitjanin hjá Juvél 2 í Thule.
??tlanin var at fara til Vestur-Grønlands 20. mai í ár og vitja bygdir og býir norður til Diskovíkina, men koronasmittan gjørdi, at ferðin varð fyribils avlýst.
Tað er trúboðin, ??li Steinberg, sum hevur leitt arbeiðið við Juvél 2 síðani hann varð settur í sigling í Grønlandi í 2008. Nú hevur ??li ynskt at annar tekur høvuðsábyrgdina av arbeiðinum. ??li hevur virkað sum trúboðari í Grønlandi í 44 ár, og høvuðstænasta hansara hesi 44 árini hevur verið at sigla frá plássi til pláss við evangeliinum. Familjan flutti til Grønlands í 1977. Tað eru nøkur ár, síðani tey fluttu aftur til Føroyar.
BÁTARNIR OG SKIPINI, SUM HAVA VERIÐ Í MISSSI??NSSIGLING HJÁ GR??NLANDS-MISSI??NINI HAVA VERIÐ SEKS Í ALT:
BOÐBERIN var tann fyrsti. Hetta var ein snøggur bátur við rúmligari salong, sum samkoman í Ebenezer í Havn brúkti í fimtiárunum at ferðast við út til bygdirnar til útimøtir. Bilaumboðsmaðurin Rósing Rasmussen sáli í Runavíkini, keypti bátin og brúkti hann sum familjubát í nøkur ár. Báturin varð fluttur til Grønlands í 1973, har hann varð brúktur í Missiónsarbeiði.
OQUASEQ: Síðani kom Oquaseq, sum var gamli Sildberin, ið m.a. sigldi sum strandfaraskip í Føroyum. Oquasek kom til Grønlands í 1976, og varð m.a. brúktur til at sigla við børnum inn til barnalegurnar í Godthaabsfjørðinum.
BEINTA: Síðani kom glasfiburbáturin Beinta í 1977. Tað var Reiðarin Ejler Jacobsen, sum lat bátin byggja í Norra miðskeiðis í sjeytiárunum, og kallaði hann upp eftir konu síni Beintu.Tá nøkur ár vóru gingin, ynskti Ejler og Beinta at geva bátin til missiónsarbeiði í Grønlandi, og tá var ??li Steinberg byrjaður at virka sum trúboði í Grønlandi, og ??li fekk bátin í varðveitslu at brúka í Missionssigling millum bygdir og býir.
IMMANUEL og JUV??L: Síðani komu glasfiburbátarnir Immanuel og tann fyrri Juvél. Hesir eru framvegis í tænastu í Grønlandi.
JUV??L II: Tann seinasti í flotanum hjá Grønlands-Missiónini er Juvél II, sum varð keyptur á auktión frá donsku marinuni, og byrjaði í Grønlands-Misiónini í 2008. Hann varð umbygdur í 2010, og er framvegis í tænastu í Grønlandi. Seinastu 9 árini hevur hann eisini siglt sum trúboðaraskip fyri Atlantic Mission í grannalondunum kring Føroyar.
NÝGGJ LEIÐSLA
Karsten Hansen, búsitandi í Klaksvík og fyrrverandi løgtingsmaður, hevur átikið sær leiðsluna av Grønlands-Missiónini við Trúboðaraskipinum Juvél 2. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Karsten er við Juvél 2. Hann hevur verið nógvar túrar saman við ??la Steinberg og øðrum, sum hevur givið honum drúgvar royndir í missiónsarbeiðinum í Grønlandi, og sum eisini ger hann væl ílætnan til hesa stóru leiðarauppgávu.
Kristiliga Tíðindasendingin tosaði við Karsten Hansen umborð á Juvél 2 týsdagin í seinastu viku. Hann sigur, at teir hava samband við Grønlendskar Koronamyndugleikar, sum koma við nýggjum boðum 01 juni. Karstin sigur: ???Líka so skjótt at alt verður frígivið og vit kunnu koma til Grønlands, so verður farið avstað!??? Karsten sigur annars, at tað er eingin meining í at fara til Grønlands um so er, at man ikki kann savna fólk til møtir og bjóða fólki umborð.
Karsten sigur eisini, at orsaka umstøðurnar er ferðaætlanin, sum upprunaliga var Vestur-Grønland, broytt til Suður og Eystur Grønland, um so er, at túrurin verður gjørdur. Nærri fæst at vita eftir 01. juni. Verður farið til Grønlands, so skal Juvél II vera aftur í Føroyum seinast 20. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald