Mentan

Jústinus: - Eingin kirkjutænari er eins

...

2018-01-11 16:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkakirkjan skrivar -rithøvundur (Orð/mynd: Snorri Brend)

GREINAR??Ð:- Tað hevur verið sera gevandi at savna alt tilfarið saman um hesar mongu og ymisku tænararnar í føroysku fólkakirkjuni ??? strævið til tíðir, men sera áhugavert. Allar hesar hundraðtals samrøðurnar hava í øllum førum lært meg eitt: Gud er ótrúliga kreativur.
- At hugsa sær til, at hvør einstakur av okkum og hvør einstakur kirkjutænari er skaptur unikt. Tað er barasta so ótrúligt. Og tað er júst hetta, sum eg royni at fáa fram við greinunum, sigur rithøvundurin og journalisturin, Jústinus Leivsson Eidesgaard ??? eisini kendur sum høvuðsleikari í sjónvarpssendingini ???Rekamaðurin av Hellunum???.
Seinastu trý árini hevur hann ferðast runt oyggjarnar við einum fyri eyga: At hitta øll tey omanfyri 600 fólkini, sum gera ella hava gjørt eina tænastu í kirkjuni ??? sum deknur, klokkari ella urguleikari.
Hetta er ikki hvørs mans føri at fáa alt hetta tilfarið til vega. Men við einum ótrúligum treiskni og áræði hevur tað eydnast Jústinusi at fáa fatur á øllum hesum fólkunum.
- Eg havi nakrar heilt fáar kirkjutænarar eftir, men tað verður heilt skjótt at eg komi á mál. Komandi 3-4 mánaðirnar fari eg at savna og skipa alt tilfarið, greiðir Jústinus frá.
Ein partur av hesum áhugaverda tilfari er longu almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni ???www.kirkjan.fo. Men óhugsandi er ikki, at tað einaferð seinni verður savnað saman í eina bók.
- Eg kann garantera fyri, at henda bókin verður ein ordans múrsteinur, sigur Jústinus við einum brosi.

SERST??K B??K UM SERST??K F??LK
Jústinus Eidesgaard er royndur tíðindamaður og hevur eisini givið út fleiri bøkur.
Síðani í 2014 hevur ein stórur partur av degi hansara ??? umframt sjálvandi arbeiðið at savna rekavið til hús síni á Hellunum ??? gingið við at savna alt hetta tilfarið saman.
Byrjað varð í smáum, men í 2015 kom rættilig ferð á arbeiðið at gera allar hesar mongu og ymisku samrøðurnar.
- Eg havi valt mín heilt egna stíl í hesum sambandi. Eitt av útgangspunktum mínum hevur verið, at bókin skal vera serstøk ??? og skal ikki á nakran líkjast øðrum bókum, har ein ávísur starvsbólkur ella eitt ávíst arbeiðspláss verða lýst, slær Jústinus fast.
Og hann leggur aftrat við sama fastleika:
- ??ll menniskju ??? og allir kirkjutænararnir sjálvandi eisini - eru so ymisk, og eg ynski tí eisini, at tað skal síggjast aftur í bókini.

??L??NT T??NASTA
Hyggja vit eftir kirkjunum kring oyggjarnar so eru tær ymiskar og virka undir ymiskum korum.
Tað er tó eitt, sum er felags fyri tær allar, og tað er at til hvørja einastu tænastu eru tað menn og kvinnur sum offra seg fyri kirkjuna, sum tey eisini eru sera góð við.
Mangan verður tikið til, at uttan øll hesi leikfólkini hevði borið illa til at havt tað virksemið sum í dag er í føroysku kirkjuni.
- Við hesum greinunum ynski eg at varpa ljós á hesa tænastuna sum í stóran mun verður gjørd ólønt. Eg kann av sonnum siga, at eg merki væl at hesir menn og hesar kvinnur hava djúpa virðing fyri kirkjuni og tí sum hon stendur fyri.
- Ja, tað er ikki frítt, at tey í stóran mun meta tað sum eitt kall at standa í hesi tænastuni, vísir Jústinus Eidesgaard á.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder