2015-09-17 06:44
Jupiter fór í nátt at sigla inn við 700 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað norðuri á 64,5N. Tað er enn stórur makrelur skipini fáa har norðuri.
Jupiter skal landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri kl. 16 hósdagin.
Nógv skip hava verið á feltinum: Atlantsfarið, Phoenis Topas, Polarhav, Stjørnan, Næraberg, Christian í Grótinum, Finnur Fríði, Norðborg, Falkur, Heykur, Høgiklettur, Vestmenningur, Skoraberg og Slættaberg.
Tróndur í Gøtu, Fram og Fagraberg eru inni og landa.
Fleiri íslendsk skip royna í altjóða sjógvi beint norðanfyri føroyska markið, har eru eisini nógv russisk skip, tey russisku skipini umskipað svartkjaftin í Føroyum.
Í norskum sjógvi hava tað eisini verið heilt nógv norsk skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald