Vinna

Jupiter og Hoyvík verða á Fuglafirði í nátt

...

2018-04-17 20:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter og Hoyvík sigla inn av svartkjaftafeltinum, Jupiter hevur 1.700 tons og Hoyvík hevur um 1.000 tons, teir verða báðir á Fuglafirði í nátt, men sleppa ikki framat at landa fyrrenn hósdagin og fríggjadagin.

4 íslendsk skip hava í dag sett kós móti Íslandi við fullari last, tey eru: Alsey, Jón Kjartansson, Børkur og Venus.

Tey flestu skipini á feltinum eru stødd suður av Føroya Banka á uml. 60N og 9V, fiskiskapurin er góður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder