2019-01-05 11:28

Jupiter kemur fullfermdur á Fuglafjørð seinnapartin, teir hava 2.400 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað sunnast í føroyskum sjógvi.
Vit tosaðu fyri løtu síðan umborð við skiparan - Emil Petersen - hann segði, at nógv var at síggja í gjárkvøldið.
Jupiter verður liðugur at landa sunnukvøldið, teir fara tá beint aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald