Vinna

Jupiter kemur á Tvøroyri við 1.400 tonsum av makreli

...

2013-08-06 01:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter fór í dag at sigla inn við 1.400 tonsum, so gott sum alt er makrelur. Jupiter verður á Tvøroyri um 6-tíðina í morgin tíðliga. 

Jupiter hevur hendan túrin verið saman við Fagraberg og Finni Fríða, teir hava roynt heilt vestur ímóti íslendska markinum - á Rygginum.

Vit tosaðu við Jupiter fyri løtu síðan, teir søgdu at í gjár og í dag var heilt nógv av makreli at síggja, makrelurin er í góðun standi, kanska eitt sindur bleytur enn, men batnar dag frá degi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder