Vinna

Jupiter kemur á Tvøroyri fyrrapartin

...

2018-12-10 08:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter kemur á Tvøroyri fyrrapartin við 1.400 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi, tætt vestur úr Foula.

Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, tá var ruskveður á leiðini sunnanfyri. Teir søgdu frá, at tað var góður makrelur teir fingu, støddin lá um 400 gramm.

Jupiter sleppir at landa á middegi, tá ið liðugt verður at landa - helst mikumorgunin, tá verður farið aftur á makrelveiðu í ES-sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder