2018-03-27 11:52

Jupiter, sum hevur fiskað svartkjaft í ES-sjógvi vestur úr Hebridinum, kemur fullfermdur á Fuglafjørð í kvøld, teir skulu landa svartkjaftin til Havsbrún og sleppa framat kl. 20 í kvøld.
Annars rópa fiskimenn "Hurra" fyri fiskivinnunýskipanini, prísurin á svartkjafti landaður í Føroyum er kr. 1.65 fyri kilo og í Danmark er prísurin kr. 2,05 fyri kilo - t.v.s. at um teir sluppu at landa 2.000 tons í Danmark, so fingu teir kr. 4,1 millión, men í Føroyum hevur sama nøgd eitt virðið uppá kr. 3,2 milliónir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald