Ferðamannabáturin J??SUP skal nú røkja Nólsoyarleiðina komandi 14 dagarnar, tí TERNAN er sett í sigling um Skopunarfjørð, ímeðan TEISTIN, sum hevur fingið skaða, er til umvælingar á MEST.
J??SUP hevur røkt Nólsoyarleiðina áður, og eru fólk í Nólsoy sera væl nøgd við skipið, sigur Leo Poulsen, sum ferðast um fjørðin hvønn dag, eisini letur hann væl at tá ið SILJA STAR siglir, men, tá ið teir smærru bátarnir sigla, sleppa eingir bilar við, leggur Leo Poulsen afturat. Siglingartíðin við J??SUP er knappliga helmingurin av siglingartíðini við Teistanum, tað tekur uml. 10 minuttir, at sigla tá ið J??SUP røkir Nólsoyarleiðina.
Leo Poulsen sigur, at tað eru nógv hús, sum standa tóm í Nólsoy, tó eru 5 ungar familjur fluttar til Nólsoy innanfyri korta tíð, og tað sæst aftur í samfelagnum her, sigur altið ein vælupplagdur Leo Poulsen.
Fólkatal í Nólsoy 2005 - 2013:
Broyting í fólkatalinum skift á býir/bygdir, mánað, til- og frágongd og ár | |||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Januar | |||||||||
Fólkatalið fyrsta | |||||||||
2005 | 2006 | 2007 | 2008 | 2009 | 2010 | 2011 | 2012 | 2013 | |
Nólsoy | 264 | 252 | 254 | 258 | 247 | 253 | 245 | 235 | 222 |
Kelda:Hagstova FøroyaKontakt:Eyðfinnur FinnssonEind:TalMatrisa:FOLKBYGD
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald