JN

Jørgen stevnir Portal.fo og Kringvarpinum

...

2014-06-04 23:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Grovi ágangurin móti mær seinastu mánaðirnar úr Kringvarpi Føroya og Portal.fo kann ikki longur góðtakast.

Eg kann ikki longur góðtaka, at nevndu fjølmiðlar hava sett eina útspillingarherferð í gongd móti mær, einans við tí endamáli at oyðileggja mína politisku framtíð.

Skuldsetingarnar móti mær um at hava snýtt í tolli eru ósannar. Talan er um grova ærumeiðing móti mínum persóni. Skuldsetingarnar verða eisini settar fram móti betri vitan.

Við hesum í huga ??? og til tess at forða fyri, at onnur koma í somu støðu sum eg ??? havi eg tikið avgerð um at leggja málið fyri rættin við kravi um, at tey, sum hava ábyrgdina av hesum tíðindaflutningi verða dømd fyri brot á revsilógina.

Eg havi í dag biðið mín advokat um at stevna Dia Midjord, stjóra í Kringvarp Føroya, Liljan Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpi Føroya, Jan Lamhauge, tíðindamann á Kringvarpi Føroya og Sveinur Tróndarson, tíðindamanni og ábyrgdarblaðstjóra á Portal.fo við hesum sakarkravi.

1. Dia Midjord, Liljan Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarson verða dømd fyri brot á revsilógina, principalt § 268 um bakbit, subsidiært § 267 um ærumeiðing og útspilling.

2. At somu persónar verða dømdir at rinda endurgjald eftir galdandi reglum.

3. At rætturin ógildar skuldsetingar, sum nevndu fjølmiðlar hava sett fram móti undirritaða um m.a. at hava ???snýtt landskassan fyri fleiri hundrað túsund krónur???, og at undirritaði ???tilvitað skal hava brotið tolllógina???.

4. At tey saksøktu verða dømd at rinda kostnaðin av at kunngera dómin.

5. At tey saksøktu verða dømd at rinda sakarkostnaðin.

Stevningin verður latin Føroya Rætti ein av fyrstu døgunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder