JN

Jørgen kærir Kringvarpið og Portalin til Fjølmiðlanevndina

...

2014-01-16 21:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaviðgerðin hjá Kringvarpi Føroya og Portal.fo av sonevnda tollmálinum hjá landsstýrismanninum Jørgen Niclasen er nú endað í Fjølmiðlanevndini. Í dag boðar sakførarin hjá Jørgeni Niclasen, Christian Andreasen frá, at kæra er send Fjølmiðlanevndini, tí tíðindaflutningurin seinastu tíðina hevur verið ærumeiðandi og í stríð við góðan fjølmiðlasið, sum sagt verður í kæruni.

Christian Andreasen sigur, at Portal.fo hevur brotið fimm ásetingar í reglunum um góðan fjølmiðlasið. Tær eru pkt. 3.2 um eftirkanning av upplýsingum, pkt. 3.6 um útvegan av tilfari, pkt. 4.1 um ósaklig tíðindi, pkt. 4.2 um óítøkiligar upplýsingar og pkt. 4.5 um rættartrygd.

Málið hjá Portal.fo fer nú í Fjølmiðlanevndini, sum so setur eina svarfreist. Kringvarp Føroya skal svara nevndini innan 14 dagar. Orsøkin til, at tað er munur á viðgerðini, er tann, at Kringvarp Føroya er ein almennur stovnur og Portal.fo privatur, tað skrivar portal.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder