![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Tjóðsavnið: Summarið er tíðin, sum tey flestu seta í samband við reiður, egg og pisu. Ikki er tað løgið heldur, tí flestu av okkara fuglum hava fingið unga sín á flog væl áðrenn augustmánaði er av.
Men tað er serliga eitt fuglaslag, sum slett ongan skund hevur, og tað er drunnhvítin. Hann verpur seint í mun til aðrar fuglar, vanliga um mánaðarskifti juni-juli og onkuntíð heilt inn í august. Síðani bølir hann eggunum í uml. 50 dagar, og eftir at ungin er klaktur ganga einir 60-70 dagar aftrat, áðrenn hann er floygdur og kann fara úr holu síni.
Hin 1. desember var Bjørn Patursson, fyristøðumaður Tjóðsavnsins í Koltri, og kannaði drunnhvítareiðrið í salthúsinum. Har lá enn ein rættiliga dúnut pisa. Hugsast kann, at hon er klakt einaferð tíðliga í oktober, nú hon er so mikið vaksin. Helst verður hon floygd áðrenn 3. sunnudag í advent.
![](https://images.squarespace-cdn.com/content/v1/5a324dd7bff200354f98f1e9/519bb9ec-dede-47cd-bc3f-902db90f6bfe/Mynd+heimas%C3%AD%C3%B0a+dec.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald