Tíðindaskriv:
Jólamerkini 2021 við blómuprýddum seyði
Ágóðin frá jólamerkjum fer beinleiðis til verkætlanir til frama fyri børn og ung í Føroyum
Hvørt ár ger jólamerkjagrunnurin mun fyri føroysk børn og ung. Posta gevur á hvørjum ári út jólamerki, har ágóðin av søluni fer óskerdur í Jólamerkjagrunnin, sum stuðlar verkætlanum til frama fyri børn og ung.
Í fjør varð stuðul latin Barnabata og LGBT áljóðandi í alt kr. 290.000. Jólamerkjagrunnurin handaði í 2020 Barnabata kr. 200.000 til jólahjálpina, sum fór beinleiðis til føroysk børn í fátækraváða. Jólamerkjagrunnurin veitti í 2020 LBGT+ 90.000 kr. til verkætlanir til at betra um sálarheilsuna hjá ungum føroyskum LGBT???arum, og var stuðulin oyramerktur til miðvíst at arbeiða við sjálvhjálparbólkum í LGBT høpi.
Í ár mynda jólamerkini blómuprýddan seyð. Hetta eru myndir sum Harriet Olafsdóttir hevur tikið av seyði, sum hon hevur prýtt við blómum. Harriet er bóndi, íverkseti og arbeiðir eisini sum myndafólk.
Trý jólakort við fittum myndum úr jólamerkjunum eru eisini givin út. Tey verða seld sum sett við bjálvum.???
Ársmappan við øllum ársins frímerkjum og árbókin, sum umframt frímerkini eisini sigur søgurnar handan frímerkini, eru eisini komnar.
Tær kosta ávikavist 560 og 598 kr. Árbókin er á donskum, enskum og týskum og hóskar seg væl sum gáva til vinir og kenningar uttanlands.
Jólamerkini fáast til keyps á posthúsum kring landið og á heimasíðuniwww.stamps.fo
Fimtan merki eru í arkinum, sum kostar 30 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald