JN

Jólaborðhald fyri øll lesandi

...

2013-11-01 04:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin 16. november skipar ?? saman við næmingaráðunum í Hoydølum, Handilsskúlanum í Tórshavn, studenta- og handilsskúlanum á Kambsdali og tekniska skúla í Klaksvík fyri stórum jólaborðhaldi, ið verður í badmintonhøllini í Tórshavn. Jólaborðhaldið er ein liður í spennandi samstarvinum, sum ?? hevur við Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu um at skapa eitt dynamiskt lestrarumhvørvi. Hóast øll næmigaráðini ikki eru umboðað, er jólaborðhaldið fyri øll, ið eru undir útbúgving í Føroyum. Alt frá Vinnuháskúlanum og tekniska skúla í Klaksvík til miðnámsskúlan í Hovi og Fróðskaparsetur Føroya.

* Vit vórðu spurd, um vit vóru áhugað at skipa fyri einum felags jólaborðhaldi. Vit tosaðu um tað í næmingaráðnum, men vit brúktu ikki nógva tíð, tí vit søgdu ja næstan beinanvegin, sigur Kiran Jóanesarson formaður í næmingaráðnum á Hægri Handilsskúlanum í Tórshavn.

* Vit gleða okkum ótrúliga nógv. Sjálvt um vit ikki kenna hvønn annan, tí vit eru frá ymiskum skúlum og ymiskum útbúgvingum, hava vit eitt í felag: vit eru lesandi. So kann tað gera tað sama, hvar vit eru frá, sigur Aimée Jacobsen forkvinna í næmingaráðnum á Kambsdali.

Higartil eru upp í móti 300 atgongumerkir seld, so lesandi mugu gera rímiliga skjótt av, um tey ynskja at ogna sær atgongumerki til stóra jólaborðhaldið.

* Sølan byrjaði týsdagin 28. oktober, so tað kann ikki sigast annað enn, at undirtøkan er rímiliga stór, sigur Baldur Metil, formaður í næmingaráðnum á tekniska skúla í Klaksvík.

Jólaborðhaldið kostar 50 kr. pr. persón. Lesandi skulu tilmelda seg, men bæði tilmelding og keyp av atgongumerkjum fer fram online. Síggj meir her: http://www.o.fo/jolabordhald.html

Tað verður eingin beinleiðis skrá, sum verður fylgd slaviskt, men tað verður matur (karrygrýturættur), undirhald/tónleikur, sangheftir, og so verður farið uppá gólv um midnátt. Alt er íroknað í prísinum á kr. 50.

Tiltakið byrjar kl.19.00 og endar um 01.30 tíðina.

So um tú ert lesandi, er tað at seta krúss við leygardagin 16. november, tí tá verður fyrsta stóra jólaborðhaldið nakrantíð, har øll lesandi í Føroyum fáa møguleikan at savnast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder