2018-06-14 19:12
"Í dag hava Johnny í Grótinum og Kringvarpsstýrið gjørt avtalu um, at Johnny í grótinum fer úr starvinum sum kringvarpsstjóri. Báðir partar eru samdir um, at tað er frægast fyri stovnin, at samstarvið partanna millum endar nú".
Tað skrivar Rúni Heinesen, stýrisformaður, í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum í kvøld.
Kringvarpsstýrið hevur gjørt av at lata Kára Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, røkja stjórastarvið, inntil nýggjur stjóri er settur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald