Mentan

John S. Myllhamar hevur týtt sálmin um fiskiveiðu Pæturs eftir Grundtvig

...

2021-07-03 13:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lag: Der sad en fisker så tankefuld

Ein fiskimaður við bátin sat
og lýddi á Harrans talu.
Í hjartadýpi hann kendi, at
Guðs orðið bar lív og sælu;
í tofturúminum Jesus stóð,
og bygdafólkið við sævarflóð
er savnað í morgun hvirru.

Hoyr, Símun, mælti tá meistari:
Tú teinar tær fá og snørið,
Loys frá og legg út á fiskimið,
tí fongur ei fæst í fjøru!
Legg??? árar út, meðan dagur er,
og rógvi handan tey yðstu sker.
Guð faðir á ferð tær fylgi!

O, góði Harri, hann svarar, ja
eg hugsa mær væl tað kundi;
vit royndu fáfongd til ljósan dag,
títt orð tó meg hevur bundið.
Í huga iva hann alsamt ber,
hann veit at sjóvarfall ikki er,
tó leggur hann út á orðið.

Teir rógva seigan frá sjóvarstrond.
tað tóktist ikki at hasta.
??r húnum toyggja seg homlubond,
í dýpið teir teinar kasta.
Sum fast í botni hvørt snøri stóð,
hvør maður troyttur á stokkin dró
við fongi tí mikla, gylta.

Teir veitra til sín eitt annað far:
Fast stendur á hond at draga!
Við songi fólkið um nesið sær
tveir søkkladnar bátar daga.
Tá Símun leggur sítt far at støð,
við føtur Jesu hann boyggir knø:
Far frá mær, eg havi syndað!

Tú skjótt skal veiða nógv størri fong
enn henda, í fjøru liggur:
at himnastrondum skal føra mong
til boygnaður er tín ryggur.
Nú deyðan fisk tú at støðni rør;
til ævigt lív tey í himli før,
sum her vilja seg umvenda!

Á jørð er virkin Guðs kirkja enn,
trygt grunda á klettin fasta.
Enn veiða tænarar ??? kvinnur, menn -
tá teir út á dýpið kasta.
Tað av og á er í mikið mál,
men títt er fongur ein einstøk sál,
tó Himmalin altíð frøist.

N.F.S. Grundtvig 1838
J.S.M. - leysliga

Kelda: Fólkakirkjan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder