Mentan

Jóanes Nielsen málar nýggjan leik

...

2021-08-24 15:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tjóðpallur Føroya setir nú hol á leikárið 2021-22 við fleiri nýskrivaðum føroyskum leikverkum á skránni. Lagt verður fyri við "Portrettið" eftir Jóanes Nielsen


"Portrettið" er ein fiktiv søga, men kortini við persónum sum høvdu alstóran týdning fyri vinnulívið, trúarlívið, og serstakliga fyri menningina av føroyskari málningalist miðskeiðis í 20. øld. Men tá ið tann stóra politiska ódnin herjar, broytist alt. Loynidómar, sum illa tola dagsins ljós, verða avdúkaðir. Tann, sum í gjár var høgt mettur, er í dag brádliga illgrunaverdur og vanvirdur. Hetta er tann ytri karmurin um «Portrettið» eftir Jóanes Nielsen, ið hevur frumsýning fyrst í november.


Eitt smittandi ævintýr
Kristina Sundar Hansen leggur í løtuni seinastu hond á nýggja skúlaleikin "Virus - tá ið vísindi fekk ævintýr í æðrarnar"

Endamálið við leikinum er, at greiða næmingum frá torskildu verjuskipanini á ein undirhaldandi og øðrvísi hátt. Leikurin er ein samansjóðing av vísindi og ævintýri og er ein upplýsandi og undirhaldandi ferð inn í kroppin og heilt inn í kyknurnar. Eitt ævintýr um bardagan millum virus og verjuskipan.

"Virus" er ætlaður næmingum í 1. til 7. flokki og verður sýndur í skúlum kring landi í vetur. Við eru tríggir sjónleikarar og ein dansari og leikstjóri er Kristina Sundar Hansen.


Lítli og stóri Klávus skemta víðari
Væl umtókti og sera skemtiligi familjuleikurin Lítli og stóri Klávus - ið hevur verið spældur sum útileikur, í Sjónleikarhúsinum, á ólavsøku og aðrastaðni - kemur nú inn á Tjóðpallin í heyst.

Lesing á Tjóðpallinum

Nýggi lesiringurin "Frá teksti til pall" heldur fram á Tjóðpallinum í heyst. Lesiringurin hittist eina ferð um mánaðin til prát og kjak um leikrit og leiklist. Umframt serkøna vegleiðing frá dramaturgum, vitja eitt nú leikstjórar, sjónleikarar, scenografar og greiða frá teirra arbeiði við leikritum frá teksti til pall. Vertir eru Birna Heinesen og Barbara Hentze í Stórustovu, dramaturgar knýttar at Tjóðpallinum.

Og nú vit tosa um lesing, verður Søgukrókurin eisini aftur á Tjóðpallinum, har sjónleikarar lesa spennandi søgur fyri børnum. Tiltakið verður í sambandi við Mentanarnáttina 10. september í samstarvi við Føroyar Lesa átakið hjá Námi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder