Mentan

Jóan Petur Clementsen smíðar bát til Hoyvíkar

...

2018-02-02 21:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sands Kommuna skrivar:

Bátasmi??urin í bygdini er í fer?? vi?? at smí??a nýggjan bát til Hoyvíkar - tað er funningsmaðurin í Hoyvík, Petur Sivertsen, sum letur bátin byggja.

Jóan Petur Clementsen sigur, at talan er um eitt 7- mannafar.
Báturin ver??ur 23 føtur, ella 11 og ein hálvan alin til longdar. Stýrhúsi?? ver??ur á mi??juni, og gangandi ver??ur framvi?? í ø??rum bor??inum.
Bátasmí?? er handverk, sum í hesum føri arvast frá fa??ir til son.
Pápi Jóan Petur er Marius, sum hevur smí??a?? nógvar bátar í síni tíð.
Stuttligt er at síggja hvussu væl ta?? liggur fyri at fáa bondini at passa, stórt sæ?? bara vi?? hvøssu dólki sum høvu??sambo??i.
Hesa løtuna vóru bró??ur Jóan Petur, Róin, og fe??garnir Poul og Petur Allan Klementsen eisini inni á gólvinum og fingu eitt gott prát.
Hetta er bygdarlív tá ta?? er best.

Myndirnar eru frá Sands Kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder