JN

Jens Meinhard nýggjur formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip

...

2014-04-07 19:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevði hósdagin í farnu viku ársaðalfund. Fyri vali á nevndarfundinum stóðu Annfinn V. Hansen, Hentzar Steingrímsson, Kaj M. Petersen og Jónas Sigmarsson. Allir uttan Annfinn V. Hansen tóku við afturvali, og vórðu valdir. Nývaldur í nevndina varð Christian Danielsen.

Í nevndini fyri RFF sita sostatt Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Kaj M. Petersen, Jónas Sigmarsson, Christian Danielsen, Gunnbjørn Joensen og Rúni V. Poulsen.

Í ársfrásøgn síni nevndi fráfarandi formaður, Annfinn V. Hansen, millum annað:

???At so nógv skip nú eru skrásett í FAS-skipanini hevur sjálvsagt sína positivu ávirkan á avleidda virksemið og t.d. arbeiðspláss fyri føroyskar sjómenn. Eisini skapar henda vinna nýggj vitunararbeiðspláss á landi. Búskaparliga íkastið av avleidda virkseminum av FAS byrjar nú av álvara at síggjast aftur í føroyska samfelagnum, so sigast má, at í mun til endamálið við skipaskránni, so gongur eftir ætlan.

Tað er tí týdningarmikið, at øll, sum vara av FAS-skipanini, leggja seg eftir at varðveita støðugar og góðar karmar um hana, soleiðis at føroyska altjóða skipaskrásetingin og harvið vinnan kring hesa hevur bestu gróðrarmøguleikar í framtíðini. Um FAS-skipanin framhaldandi skal skilja seg frá øðrum líknandi skipanum og vera kappingarfør, hevur tað týdning, at lógarverkið verður gjørt við atliti til veruleikan sæddan við føroyskum eygum, og at umsitingin av reglunum, sum ávirka skipanin, verður framd við støði í føroyskum viðurskiftum.???

Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevur nú 25 limir, sum umboða 75 skip.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder