Størsta árliga kappingin hjá Tórshavnar Golffelag varð spæld á golfbreytini á Glyvursnesi í dag. Talan er um opnu kappingina BankNordik Open.
Talan er um eina kapping, har spælt verður við fullum handikappi, og tað vil í høvuðsheitum siga, at teir minni royndu leikararnar hava eins góðan møguleika at gera seg galdandi, sum teir leikarar, sum hava spælt í nógv ár.
Heili 28 spælarar vóru við í kappingini, harav tríggjar kvinnur.
Vinnari gjørdist ein av ungu spælarunu í felagnum, Jens Guttesen, sum fekk 40 sokallað stableford stig, sum so eisini førir við sær, at hann verður reguleraður tvey niður í handicappi til næstu ferð.
Nummar tvey gjørdist Andreas F. Hansen við 38 stigum, og nummar trý gjørdist Palli Henriksen, sum eisini fekk 38 stig. Teimum á baki komu Rógvi Mikkelsen, Ragnar Isaksen og Jón Niclasen.
Spælararnir spældu tríggir og tríggir, og skipað varð eisini fyri kapping millum hesi liðini, sum spældu saman. Liðið, sum kláraði seg best, var mannað við Jens Guttesen, Palla Henriksen og Suna Durhuus.
Per Poulsen sló nærmast holi á hol 2/11 og Jógvan Amonsson var nærmastur á holi 5/14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald