Mentan

Jens Eli Ellefsen fyllir 80 ár

...

2020-08-22 10:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag fyllir pápi 80 ár. Hann eitur Jens Eli og er miðvingur við stóra M. Hann dugur, at fortelja nógvar góðar søgur og hevur yrkt nógvar sangir gjøgnum ár og dag. Sinnalagið hevur hann gott sum fáur. Sum ungur hevur hann baksast nógv við skip og handil. Nú hann er vorðin gamal baksast hann á Trøðni við seyð, dunnur og gæs, umframt at laga garðar og gera gøtur. Í frítíðini spælur hann klaver ella harmoniku, gongur í Undirhúsinum í Miðvági og hugnar sær saman við mammu. Onkuntíð sær man hann fresa runt í Miðvági við einum lítlum, svørtum bili, sum eitur Lazarus.

Vit ætlaðu at hava eitt rimmar ball fyri at feira dagin. Men so kom korona og vit mugu spritta og halda frástøðu. So ballið bíðar.

Hjartaliga til lukku góði pápi:-)Vit elska teg og vóna at tú fær nógv góð ár afturat.

Kitty May.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder