2016-04-08 17:09
U20 landsliðið spældi í dag javnleik móti Montenegro. Endaliga úrslitið gjørdist 24-24, eftir 13-11 til Føroyar í hálvleikinum. Føroyska liðið hevði leiðsluna langt inn í seinna hálvleik og vóru á odda við 4 um miðjan seinna hálvleik, tá Montenegro fór mansverja Áka Egilsnes. Stígur kom í hjá okkara og vóru Montenegro á odda seinastu løtuna áðrenn Pætur Thomsen javnaði í skjótálopið.
Føroyingarnir sótu við blandaðum kenslum eftir dystin. Vit høvduleiðsluna, men mugu eisini fegnast um, at tað eydnaðist at javna.
Málskjúttar:
Áki Egilsnes 9
Helgi Hoydal 4
Kjartan Johansen 3
Jónas G. Djurhuus 3
Pætur Thomsen 2
Rói Berg Hansen 1
Sjúrður Olsen 1
Fríði Weyhe 1
Niklas Simonsen 35%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald