??tnorðurdagurin verður á hvørjum ári hátíðarhildin 23. september í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Endamálið er at styrkja og lýsa mentanararbeiðið ímillum londini. Í ár verður filmur og tónleikur á skránni í Norðurlandahúsinum.
??keypis íslendskur fyrrapartsfilmur
Filmurin snýr seg um trý ára gomlu Almu, sum hevur verið út fyri einari ógvuligari uppliving. Hon sá pápan blíva dripnan. Hon og mamman flýggja frá tí krígsherjaða heimlandinum til Ísland. Nú 25 ár seinni er Alma dømd at sita á psykiatriskari deild fyri at hava myrt sjeikin hjá sær. Alma minnist einki til hendingina. Tá ið hon so finnur útav, at sjeikurin enn er á lívið, tekur hon avgerð um at flýggja og veruliga fremja morðið. Filmurin hevur norskan undirtekst og verður sýndur 23. september kl. 10 í Norðurlandahúsinum. Atgongumerkini eru ókeypis og kunnu ognast á nlh.fo
Føroysk/grønlendsk konsert
Soul og elektroniskur poppur møtir inuittrummum og tekno rytmum, tá føroyska Jasmin og grønlendsku Inuanima spæla konsert saman. Jasmin hevur leingi verið eitt heitt navn í Føroyum, men tað eru óivað fleiri, ið ikki kenna til tónleikin hjá Inuanima, sum tekur støði í inuit mýtum. Tað verður ein sammur vestnorðurlendskur hýrur, tá Jasmin og Inuanima trýna á pallin 23. september kl. 19.30. Atgongumerkir kunnu keypast á nlh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald