2013-09-12 17:51
Løgtingstingmaðurin Janus Rein gerst nú partur av Fólkaflokkinum. Janus Rein hevur verið uttanflokkatingmaður í eitt ár.
- Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd, og samband hevur verið millum partarnar í longri tíð. Eg eri ein liberalur, borgarligur og sjálvstýrissinnaður politikari, tí er tað natúrligt, at eg velji Fólkaflokkin. Eg vil hava ávirkan á føroyskan politikk. Tað sama vil Fólkaflokkurin.
Nú Janus Rein er blivin partur av Fólkaflokkinum, er flokkurin størsti flokkur á Føroya Løgtingi. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sær stórar møguleikar í nýggja tingliminum.
-Janus Rein er ein arbeiðssamur, gløggur, skjótur og samstundis nærlagdur persónur. Tað hevur hann prógvað seinastu tvey árini í løgtingum, serliga í vinnu, fíggjar- og búskaparmálum. Janus Rein verður ein styrki fyri Fólkaflokkin, ikki minst í miðstaðarøkinum, sigur Jørgen Niclasen, floksformaður, sum bjóðar nýggja tingmannin vælkomanan í flokkin.
Ein av høvuðsuppgávunum hjá Janusi Rein í Fólkaflokkinum verður at arbeiða við fíggjar- og búskaparmálum.
- Fíggjar- og búskaparpolitikkur er eitt hjartamál hjá mær. Síðan eg kom í løgtingið, havi eg lagt stóra orku í júst hesi evni, og eg fari at leggja nógv fyri at halda føroyska samfelagnum á einari skilagóðari borgarligari kós, sigur Janus Rein.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald