Vinna

Jan Højgaard og veiðiloyvini

...

2018-12-17 12:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú stríðsval er um formanssessin  í Føroya Fiskimannafelag, ímillum sitandiformann, Jan Højgaard og Axel Hansen, stjórnarlim í Føroya Fiskimannafelag,kenni eg meg noyddan at koma við onkrum viðmerkingum til grein í Norðlýsinum14.12.2018.

At Jan vágar sær at brúka veiðiloyvini sum valagn, kann egikki lata standa ósvarað.

Axel og eg báðir sótu í hoyringsbólki fyri FF í samband viðFNS. Eftirfylgjandi vóru vit, saman við formanninum í FF fleiri ferðir á fundií Fiskimálaráðnum. Seinasti hoyringsfundur var dagin fyri uppskotið fór ítingið til 3. viðgerð. Vit vóru síðstir í røðini,-og høvdu tískil tíðina fyriokkum. 

Vit stríddust sum úlvar á skóg fyri at varðveitaveiðiloyvini, Axel og eg báðir. Jan segði ikki eitt orð; hann visti slett ikki,hvussu umfatandi hetta var. Vit sótu í fýra tímar og argumenteraðu ímótiløgfrøðini í FMR, við tí úrsliti, at Høgni Hoydal setti løgfrøðina íLøgtinginum at kanna málið. Tað vísti seg at vit høvdu rætt, men málið bleivkortini samtykt við 3. viðgerð.

Nú er støðan ein onnur. Vit skulu til sáttmálasamráðingaraftur, við teirri broyting, at nú eru ongi veiðiloyvi og hurðarnar til heiminhjá strámonnum standa víðopnar. Tað er fyrsta bakkast í FNS, vit sum fakfeløgskulu fyrihalda okkum til.

Eftirfylgjandi koma menningarkvoturnar og uppboðssølan. Althetta, og meira afturat, skuldi vit hava í huga til komandi samráðingar.Lógarkravda eftirlønin var eitt, vit við vissu hildu okkum kunna fáa uppápláss. Vit høvdu nú øll kortini á hondini til komandi samráðingar.

Føroya Fiskimannafelag hevði ongan undirskrivaðan sáttmálavið ársbyrjan, tá nýggja lógin um sjófeingi kom í gildi.

Sáttmálin hjá Føroya Fiskimannafelag gekk út 1. apríl í2017.

Orsakað av, at ongin visti, hvat fór at henda við gjøldum avøllum handa slag, noktaðu reiðararnir at koma til samráðingarborðið. Vælskilligt.

Vit slerdu okkum til tols við at blíva avroknaðir eftirundanfarna sáttmála, til nýggja lógin um sjófeingi kom í gildi.

Tá so nýggja lógin um Sjófeingi kom í gildi 1.1.2018, ynsktuvit at fáa reiðararnar til samráðingarborðið. Axel og eg báðir høvdu tá eisiniforlangað, at vit skuldi vera við til samráðingarnar. Hetta tí Jan Højgaard,formaðurin í felagnum, enn ikki hevði skilt álvaran í tí heila. Reiðararnirkomu ikki til samráðingarborðið. Tað leikaði mangan hart á. Hini bæðimanningarfeløgini skrivaðu undir ein sáttmála. Tað gera tey sum oftast við tíservitutti, at fær FF nakað, so skulu tey hava tað sama, men tað gongur tíverribara annan vegin.

Tað var stór ósemja í FF. Axel og eg noktaðu blankt atskriva undir nakran sáttmála uttan samráðingar.

Tann eina svartkjaftatúrin ringir Jan Højgaard umborð, ogfortelur mær, at hann fór at skriva undir sáttmálan, tað vil siga leingja hann.Eg má siga sum er, eg bleiv púra paff, men spurdi hvat F.... hann hugsaði fyrisær??....Eg fekk bara tað til svar, at tað kundi gera tað sama, hvat eg og Axelsøgdu, tí teir vóru 5 fyri og vit bara 2 ímóti.

Eg skal virða demokratiið, men fari at brúka samademokratiska rætt til at siga mína meining.

Eg havi fleiri ferðir síðan spurt Jan, hvat tað var, sumfekk hann at skriva undir, tá hvørki eftirløn ella nakað var komið uppá pláss.Eg havi enn onki svar fingið.

Hetta er ikki nakað álop á Jan, men fyri at verja føroyskafiskimannin.

Eg fari tí at heita á tykkum sum velja, at velja Axel Hansen

https://nordlysid.fo/tidindi/57547/jan-hojgaard-vit-kunnu-als-ikki-liva-vid-hesum-sum-gongur-fyri-seg-i-fiskivinnuni

Mortan Berjastein,

sjómaður. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder