JN

J&K átti lægra tilboðið upp á koplingarstøðina

...

2014-03-07 19:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

J&K Petersen er sinnað at byggja koplingarstøðina í Húsahaga fyri slakar 16 milliónir krónur. Articon var hin fyritøkan, sum bjóðaði. Boðið hjá Articon var góðar 16,6 milliónir krónur


J&K Petersen legði lægra tilboðið á borðið, tá ið J&K og Articon fyrrapartin lótu inn tilboð upp á at byggja koplingarstøðina til vindmyllulundina í Húsahaga.

J&K Petersen bjóðaði 15.981.000 krónur, og Articon vil gera koplingarstøðina fyri 16.663.000 krónur.

SEV fer nú saman við Landsbyggifelagnum nágreiniliga at meta um tilboðini, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvør fær arbeiðið. Hóast J&K kom við lægra tilboðnum, skulu bæði tilboðini samanberast, áðrenn avgerðin verður tikin. SEV skal tryggja sær, at tað tilboðið, sum verður valt út, veruliga fevnir um arbeiðið, sum er boðið út.

Arbeiðið fer í gongd, so skjótt avgerðin er tikin, og koplingarstøðin skal eftir ætlan verða liðug um árskiftið 2014-15.

Koplingarstøðin í Húsahaga skal flyta streymin frá vindmyllunum út á 60 kV flutningsnetið hjá SEV. Støðin fer at geva høvuðsstaðnum og Suðurstreymoy eina tryggari elveiting. Harumframt skal koplingarstøðin hýsa serstøku battarískipanini, sum verður ment til vindmyllulundina í Húsahaga at javna streymin frá myllunum út á elnetið fyri at tryggja eina støðuga streymveiting frá myllunum.

Koplingarstøðin er byggilistarliga lagað eftir landslagnum, og umframt tann tøkniliga leiklutin, verða eisini bygd undirvísingar- og sýnishøli at eygleiða vindmyllurnar og framleiðsluna.

Kelda: SEV.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder