Mentan

James Blunt aftur útsett

...

2021-05-07 12:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

James Blunt aftur útsett!

Orsakað av Corona-smittuvandanum, og at tilmælini ikki eru broytt, verður konsertin við James Blunt, ið skuldi verða 26. mai, tíverri útsett til seinni í ár.

Tit kunnu tó gleða tykkum, tí konsertin verðurleygarkvøldið 18. september 2021. At konsertin nú verður leygarkvøld gevur nýggjar møguleikar, og tí hava vit avgjørt, at dansur verður eftir konsertina.

Liggur tað ikki fyri 18. september, ber til at fáa endurrindað atgongumerkið við at senda ein teldupost til[email protected]og upplýsa navn og nummar á atgongumerkinum áðrenn fríggjadagin 14. mai 2021.

Konsertin er longu útseld, men endurrindað atgongumerki verða sett til sølu á ebillett.foleygardagin 15. mai.

Vit gleða okkum til eitt ógloymandi kvøld saman við tykkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder