Mentan

Jákup prestur: - Eg havi faktist ongantíð verið í Hesti

...

2018-01-19 15:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Jákup prestur: - Eg havi faktist ongantíð verið í Hesti
PRESTAVÍGSLA 2:- Ja, tað ljóðar kanska løgið: Eg eri settur sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldið, har kirkjan í Hesti eisini er umfatað. Men satt at siga, so havi eg faktist ongantíð verið í Hesti.
- Nú gleði eg meg til at kunna vitja kirkjufólkið har sum prestur, sigur 32 ára gamli Jákup Erlingsson Petersen úr Klaksvík.
Sunnudagin verður hann prestvígdur í Dómkirkjuni, saman við ??ssuri Kjølbro. Í prestagjaldinum skal Jákup røkja starvið saman við verandi prestum, og hava kirkjuligar tænastur í teimum fýra kirkjunum her ??? í Hesti, á Argjum, í Kirkjubø og við Vesturkirkjuna.
Tað verður tó ikki nógvur friður hjá nýggja prestinum. Føstan liggur fyri framman, og verður tað hansara uppgáva at hava ábyrgd av føstugudstænastunum á Argjum.
- Her er samstundis ein møguleiki at koma runt í aðrar kirkjur í landinum, og at býta um. Ja, og tað verður sjálvandi nakað serligt at koma til Christianskirkjuna í Klaksvík sum prestur.
- Tað síggi eg fram til, sigur Jákup Erlingsson Petersen.

ELSKA OKKARA N??STA
Sjálvur er nýggi presturin ikki í iva um, hví hann í síni tíð fór at lesa gudfrøði, og síðani søkti starvið sum prestur í Havn.
- Eg søkti starvið, fyrst og fremst tí, at tað er eitt spennandi starv, har eg kann prædika gleðiboðskapin um Jesus sum harra og frelsara. Fyri meg er eingin ivi um, at tað finst bara ein Gud, og at vit menniskju verða glataði uttan hansara bjarging.
- Mítt ynski er tí, at øll mugu kenna Jesus sum sín bjargingarmann ??? frelsara. Tá kunnu vit liva lívið rætt, soleiðis sum Gud ynskir tað, so vit elska hann og elska okkara næsta, slær Jákup fast.
Hóast hann ikki enn hevur verið í starvi, so væntar hann at størsta avbjóðingin í starvinum verður ??? tíðin!
- Ja, tað tekur tíð at uppbyggja góð sambond við fólk, sum eg ikki kenni og sum ikki kenna meg. Her kenni eg tað eisini avbjóðandi at skula prædika fyri fólki, ið eg ikki kenni.
- Hóast tað kann hava sínar fyrimunir, so trúgvi eg, at kennir tú umstøðurnar hjá fólki, er møguleiki at prædika meira viðkomandi inní tær, vísir hann á.

MILLUM GARVAÐAR PRESTAR
Nú er Jákup í teirri støðuni at hann einans er settur í avmarkaðari tíð ??? bert nakrar fáar mánaðir. Her verður nóg mikið hjá tí unga prestinum at seta seg inn í.
Nógv gott arbeiði er longu í gongd, og ætlar Jákup sær tí at leggja seg eftir at lurta væl eftir teimum kønaru og hjálpa til, har hann kann.
- Tí, sum hann sigur: - Eg havi nógv at læra. Eg kann ímynda mær, at nógv orka fer til at læra eina góða javnvág millum heim og arbeiðið, eins væl og fyrireiking av gudstænastum.
- Jú, nógv nýtt verður sum eg skal læra, og tí eri eg takksamur fyri møguleikan at vera millum tveir garvaðar prestar, Hera Joensen og Derhard Jógvansson, sigur hann við einum brosi.
Ein tann fyrsta uppgáva hansara, sum skal av bakkastokki longu hansara fyrsta arbeiðsdag er, at møta teimum, sum skulu fermast í heyst.
- Eg skal læra tey at kenna, og fylgja teimum nakað á leiðini til fermingina, sigur Jákup Erlingsson Petersen at enda.

Orð: Snorri Brend

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder