Ítróttur

Jákup Olaf Johannesarson settur sum dagligur leiðari

...

2014-03-29 22:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar: 07 Vestur hevur sett dagligan leiðara í hálvtíðar-starv frá 1. apríl. Tað er Sandavágsmaðurin Jákup Olaf Johannesarson, sum eisini fríggjadagin gjørdist liðugur við útbúgving sína innan ítróttarleiðslu.

Nevndin í felagnum metir hetta sum stórt framstig, har vit, við síðuna av Hegga, sum hevur ábyrgd av ítróttarliga partinum, nú eisini hava leiðara yvir øllum tí umsitingarliga arbeiðinum.

Jákup Olaf byrjar týsdagin, og uppgávurnar fevna um alt tað umsitingarliga, samskipan, leikaraloyvir, sáttmálar, frívilluga arbeiðið, samstarvinum við stuðlar v.m.

Jákup Olaf er settur í eitt 3-ára skeið, fyrst hálva tíð. ??tlanin er at vaksa starvið upp í fulla tíð, so hvørt sum fíggjarligt grundarlag er fyri hesum.

Birgir Joensen hevur verið samskipari síðan síðsta summar, og vit takk honum fyri stóra innsatsin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder