Eftir 5 ár sum leiðari av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy hevur Guðmundur Joensen valt at leita nýggjar leiðir, og skal Ítróttaháskúlin tí hava nýggjan leiðara.
Guðmundur Joensen varð settur sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy tíðliga á sumri 2016 við høvuðsuppgávu at byggja upp eitt nýtt annarleiðis háskúlatilboð í Føroyum, har fyrstu næmingarnir skuldu byrja um miðjan august í 2016. Burturúr ongum hevur Guðmundur staðið gingið á odda og uppbygt eitt einastandandi skúlatilboð til ungdómar her á landi og uttanlands, har kjarnin er adventure, ítróttur og upplivingar í náttúruni.
Guðmundur hevur verið ímyndin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og eru vit ómetaliga takksom fyri tað stóra arbeiðið, sum Guðmundur hevur lagt í at byggja upp hetta heilt einastandandi skúlatilboðið, sum jú eisini er eitt stórt aktiv fyri nærumhvørvið, sigur Dennis Holm, stýrisformaður í Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Uppá heilt stutta tíð er Ítróttaháskúlin uppbygdir til at verða eitt skúlatilboð, sum dregur ungdómar úr øllum heraðshornum. Karmarnir eru eisini vorðnir betur og betur og í januar varð nýtt næmingaheim tikið í nýtslu, og hetta letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum á Ítróttaháskúlanum. Arbeitt verður við at fáa nýggjar karmar til skúlapartin, sum eisini er átroðkandi nú talið av næmingum er økt til 48 næmingar. -Hetta verða eisini nakrar av teimum uppgávunum, sum nýggi leiðarin kemur at arbeiða við, sigur Dennis Holm.
Stýrið fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy er farið undir at fyrireika at søkja eftir nýggjum leiðara og verður lýst eftir leiðara eftir summarfrítíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald