Mentan

Ísraelskur politikari vitjar Føroyar

...

2018-05-06 21:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Avi Lipkin, ið áður hevur verið í Føroyum, vitjar oyggjarnar aftur í døgunum 11. mai til 16. mai. Hetta er í samband við Ísraelska 70 ára hátíðarhaldið, sum verður 14. mai 2018. Seinast Avi Lipkin var í Føroyum, elvdi vitjan hansara til stórt orðaskifti og umhugsan. Nógv fólk vitjaðu fundirnar.

Avi Lipkin, sum er amerikanskur jødi, flutti til Ísrael sum 19 ára gamal í 1968 og hevur verið búsitandi í Ísrael síðani. Hann er útbúgvin Sovejtologur á Hebrew University og hevur eisini Master í jødiskari gudfrøði frá Jewish Teological Seminary. Eisini var hann skrivstovustjóri í stjórnarumsitingini hjá Yitzhak Shamir.

Avi Lipkin er heimskendur fyrilestrarhaldari, ið ferðast um allan heimin fyri at greiða frá millum annað um trupulleikarnar og spentu støðuna í Miðeystri. Hann er sera væl inni íMiðeystur viðurskiftum, er best seljandi rithøvundur og eisini politikari.

Kona Avi, Rachel tosar flótandi arabiskt. Hon hevur arbeitt í ísraelsku fregnartænastuni í 30 ár. Hennara uppgáva var, at vera eitt ???oyra??? inn í tann arabiska heimin. Hon fylgdi m.a. við tí, sum arabiskir yvirgangsmenn tosaðu um á teim ymsu miðlunum og chatt rásunum. Tað var harfrá, at Avi kundi ávara USA um álopið tann 11. september í 2001. Men táverandi stjórnin í USA tók ikki ávaringina til sín.

Politiski flokkur hansara, Gush Hatanakhi Party, ella á enskum the Bible Bloc, hevur júst fingið undangóðkenning í Innlendismálaráðnum í Ísrael. Málið er stilla upp til komandi val í Ísrael. Talan er um ein konservativt liberalan flokk, sum millum annað vil tryggjað jødum land teirra og syrgja fyri, at stóra mongdin av jødiskum tilflytarum og teirra kristnu makum, verða handfarin á rættan hátt.

Ein umfatandi skrá er ávegis, har tað sæst, hvar hann kemur at halda fyrilestrar og luttaka í kjaki.

Vinafelagið Føroyar ??? Ísrael skipar fyri vitjanini, og nærri kunning um Vinafelagið Føroyar ??? Ísrael og um Avi Lipkin kann lesast her: www.shalom.fo

Meira um Avi kunnu tit finna her: https://www.avilipkin.net/bible-bloc-party

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder