Mentan

Is Genesis History

...

2021-05-15 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er einans í ljósinum av orði hins livandi Guds, at fatanin av skapan alheimsins, tilveruni, Eden, syndafallinum, vatnflóðini og náðiríka frelsutilboði Guds, ið gevur eina haldgóða meining um hvussu tingini veruliga hanga saman. Góðu elskaðu foreldur! Lærið børnini hin bíbilska sannleikan um leiðina, ið tey skulu ganga. Tí mong verða mentalt skrødd sundur av ringum ranglærum, sum t.d. innantómu evolutiónslæruni. Hjálagt er eitt leinki til hin avbera góða dokumentarfilmin ???Is Genesis History???. Hesin filmur svarar spurningum um hvørja ávirkan syndaflóðin hevði á jørðina, tær vísindaligu heildarmyndirnar, hin upprunaliga hebraiska tekstin, jarðfrøðina, steinrenningarfrøðina, taphonomiina, smáverulívfrøðina, havlívfrøðina, djóralívfrøðina, stjørnufrøðina, fornfrøðina og sjálvandi gudfrøðina.

Sitið saman við børnunum og hyggi eftir hesum góða filmi, sum í tveir skúlatímar lýsir fleiri sannleikar, ið mong leita eftir og ikki hava funnið enn. Tíverri! Meira kunning fæst í Bíbliuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder