JN

Inntøka, inntøkubýti og fátækraváði 2012

...

2014-05-11 19:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fjórða árið á rað varpar Hagstovan ljós á inntøkuviðurskiftini hjá føroyingum. Hetta verður gjørt við inntøkuuppgerðum og ymiskum roknaðum hagtalsviðgerðum.

Frágreiðingin gevur eina mynd av, hvussu fíggjarligu nýtslumøguleikarnir eru hjá tí einstaka at keypa og rinda fyri vørur og tænastur í gerandisdegnum. Uppgerðin setir eisini tal á, hvussu nógv liggja undir tí roknaða markinum, sum verður nevnt fátækraváðamark. Uppgerðin vísir eisini, hvussu javnt ella ójavnt nýtslumøguleikarnir eru býttir millum fólkið í landinum.
Í hesi grein verður tikið samanum árið 2012 og samanborið við undanfarin ár og onnur lond. Meira greinaðar upplýsingar um inntøkuviðurskiftini, eitt nú býtt eftir húskisbólkum, aldri, kyni og sýslum síggjast í Talt og Hagreitt.

Bruttoinntøka hjá einstaklingum
Bruttoinntøka er øll inntøka tilsamans áðrenn skatt.
Ein lítil helvt av øllum yvir 15 ár liggja millum 0 og 200.000 kr. í bruttoinntøku. Stórur triðingur liggur millum 200.000-400.000 kr. Góð 17% liggja millum 400.000 kr. og 1 millión, og 1,2%, 461 persónar, høvdu eina bruttoinntøku yvir milliónina í 2012.

Tøk inntøka hjá einstaklingum
Tøk inntøka er innntøkan eftir skatt.
Eftir at allur skattur er drigin frá, er talið av persónum í teimum ymsu inntøkubólkunum nakað broytt.
Eftir bruttoinntøku ??? áðrenn skatt - vóru næstan 17.000 føroyingar í teimum báðum niðastu bólkunum ??? millum 0 og 200.000 kr. Eftir tøkari inntøku ??? eftir skatt ??? eru yvir 25.000 í somu bólkum. Hetta svarar til, at 68% hava eina tøka inntøku millum 0 og 200.000 kr., 29% hava tøka inntøku millum 200.000 og 500.000 kr. og restin - um 3% - liggja omanfyri 500.000 kr. í tøkari inntøku. 115 persónar høvdu í 2012 yvir eina millión eftir at brúka, tá skatturin var goldin.

Fleiri føroyingar í fátækraváða
Parturin av føroyingum, sum liva í fátækraváða, er vaksin síðani 2009. At liva í fátækraváða er at hava eina so mikið lága inntøku, at tey liggja undir 60% av miðjavnvirðisinntøkuni (medianini) fyri allar borgarar í landinum. Sí meira um hvussu javnvirðisinntøkan er roknað, og um hvat fátækraváði er.
Í Føroyum var markið fyri, nær ein persónur var í fátækraváða roknað til 125.312 kr. í javnvirðisinntøku í 2012. Hetta svarar til tøku inntøkuna, sum ein stakur persónur skuldi hava, fyri ikki at fella undir markið fyri fátækraváða. Eru fleiri persónar í húskinum, broytast mørkini fyri, nær persónarnir í húskinum eru í fátækraváða ??? sí hvussu roknað verður her.

4.705 føroyingar høvdu í 2012 eina inntøku, sum var so lág,  at tey vóru í fátækraváða. Hetta svarar til 10% av øllum. Fyrsta árið hetta mát var gjørt fyri Føroyar í 2009 var prosentparturin í Føroyum nógv tann lægsti í Norðurlondum, men í 2012 er Ísland tað norðurlandið, har fægst liva í fátækraváða, og Føroyar liggja næst á sama støði sum Noreg. Svøríki er norðurlandið við flest borgarum í fátækraváða í 2012.

Lívsgongdin hjá teimum flestu er soleiðis, at inntøkan kann sveiggja munandi. Til dømis kunnu fólk í útbúgving hava lága inntøku, og eftir lokna útbúgving veksur inntøkan. Somuleiðis minkar inntøkan ofta, tá fólk gevast á arbeiðsmarknaðinum. Eitt skifti í arbeiðsloysi og sjúka ávirka eisini inntøkuna, og soleiðis kunnu nógv viðurskiftir í lívinum hava við sær eina tíð við lágari inntøku.

1.672 fólk í fátækraváða trý ár á rað
Hyggja vit eftir gongdini seinastu trý uppgjørdu árini vóru 1.672 fólk, sum øll árini hava verið í fátækraváða, tvs. høvdu eina inntøku, sum lá undir roknaða fátækramarkinum. Størsti parturin av teimum vóru yvir 67 ár. Næst størsti bólkurin var millum 0 og 17 ár. Mett verður vanliga, at persónar, sum trý til fimm ár á rað hava eina inntøku undir markinum, er talan ikki einans um fátækraváða men um veruligt fátækradømi í mun til restina av fólkinum.

??javnin vaksandi
Tvey mát vera vanliga brúkt til at lýsa, hvussu javnt inntøkurnar eru býttar. Tey eru Gini-vísitalið og fimtingslutfallið. Er Gini-vísitalið 0, eru allar inntøkur býttar púra javnt. Tá Gini-talið veksur, er tað eitt mát fyri, hvussu ójavnin í inntøkunum veksur.
Fimtingslutfallið vísir, hvussu nógv tann ríkasti fimtiparturin ræður yvir, samanborið við tann fátækasta fimtapartin.
Bæði hesi mát vísa at ójavnin er vaksandi í Føroyum. Gini-talið er farið frá 19,3 í 2009 til 22,7 í 2012 og fimtingslutfallið úr 2,7 í 2009 upp í 3,1 í 2012. Í 2009 vóru Føroyar tað Norðurland, har ójavnin var minstur. Í 2012 vóru Føroyar komin á sama støði sum Noreg og hava saman við Noregi tað javnasta inntøkubýtið í Norðurlondum. Viðmerkjast skal, at Norðurlond yvirhøvur liggja í lægra endanum tá talan er um inntøkuójavna, samanborið verður við onnur lond.

 

Greinarøðin er:

1. Inntøkubýti og fátækraváði
2. Bruttoinntøka og tøk inntøka
3. Hvussu javnt er býtt í Føroyum og í grannalondum?
4. Føroyingar í fátækraváða
5. Stakir uppihaldarar hava lægstu inntøkurnar
6. Fátækraváði í húskjum
7. Fátækraváði hvar í landinum vit búgva
8. Fátækraváði millum kyn og í aldursbólkum

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder