JN

Innflutningurin minkaði eitt sindur fyrsta ársfjórðing

...

2014-05-19 21:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Innflutningurin minkaði útvið 200 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við somu tíð í fjør. Hetta er ein minking á 13%.

Minkingin sæst best, tá tað umræður skip og brennievni. Hetta eru tó tveir vørubólkar, sum kunnu sveiggja rættuliga nógv, serliga tá samanberingin bert umfatar tríggjar mánaðir.

Innflutningurin av fóðri til alivinnuna og av rávøru til fiskavirking er eisini minkaður nógv. Innflutningurin í hesum vørubólkum hongur nógv saman við fóðurframleiðsluni í Føroyum og ikki altíð so nógv saman við, hvussu nógv fóður verður nýtt í alivinnuni.

Tað er eisini vøkstur í onkrum vørubólkum. Vit innflyta meir av tilfari til byggivinnuna og aðra vinnu, og eisini er meiri innflutt av akførum.

Vørur, sum í høvusheitum fara til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, hava vit innflutt fyri 300 mió. kr., og er hetta ein vøkstur á 8%.
Tað er í høvusheitum tær ódrúgvu nýtsluvørurnar, vit innflyta meir av, meðan tað ikki er so stórur vøkstur í innflutninginum, tá tað kemur til tær drúgvu nýtsluvørurnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder