Tá tølini fyri fyrra hálvár vórðu kunngjørd, vístu tey stóran vøkstur.
Nú tá tølini fyri juli mánað verða løgd aftrat, broytist myndin nakað, og samlaði innflutningurin uttan skip og flogfør minkar 1%.
Fyri innflutningin til húsarhaldsnýtslu varð vøksturin fyri januar-juni uppgjørdur til 7%, og var tað serliga, tí munandi meir varð innflutt í juni í ár enn í juni í fjør. Men fyri juli mánað er myndin tann øvugta, tí í juli í ár er munandi minni innflutt enn í juli í fjør. Samanlagt er úrslitið fyri tíðarskeiðið januar-juli, at vøksturin í innflutninginum av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er 4%.
Ivi hevur verið sáddur um innflutningtølini fyri húsarhaldsnýtslu, eisini eftir at Hagstovan gjørdi eina rætting í tølunum fyri fyrstu seks mánaðirnar, sum viðførdi eina broyting millum tveir nýtsluvørubólkar. Hagstovan og TAKS hava í tí sambandi nú gjørt eina eftirkanning av innflutningstølunum, sum staðfestir, at skeivleikar ikki eru í almannakunngjørdu tølunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald