Mentan

Innflutningur av rossum til Føroya

...

2021-03-15 16:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hfs.fo skrivar:

Innflutningur av rossum til Føroya

Nú flutningur av rossum millum Føroyar og útlond er vorðin alt meira vanligur, verður rátt til, at øll ross, ið skulu innflytast til Føroya frá ES, verða koppsett fyri rossaherpes (EHV-1 og EHV-4), rossainfluensu og stívkrampa (tetanus), áðrenn tey koma til Føroya. Eisini verður mælt til at kanna rossini fyri skógarmottur (da. skovflåt), og taka tær burtur, áðrenn komu til Føroya.


Sjúkurnar

Í seinastuni hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at ross í fleiri londum í Evropa hava verið sjúk av ??? rossaherpes???, og at neyðugt hevur verið, at avlíva nøkur av teimum. Tað eru 4 sløg av rossaherpes, men í hesum førinum er talan um Equin herpes-virus 1 (EHV-1), ið er tað slagið, sum kann geva tað ringastu sjúkuna. EHV-1 kann geva fepur, sjúku í andaleiðini, lammilsi, og kann føra til, at kvidnar ryssur kasta burtur. Í ringasta føri mugu rossini avlívast. Hetta er ein sjúka, sum vit ikki síggja í Føroyum, men sum er vanlig í øðrum londum.

Rossainfluensa er ein onnur sjúka, ið vit heldur ikki síggja í Føroyum, men sum er vanlig í londunum rundanum okkum. Sjúkan smittar ógvuliga illa, men er ikki deyðilig. Rossini koma vanliga fyri seg eftir nøkrum døgum, men skulu helst hvíla í 3-4 vikur eftir at sjúkueyðkennini eru burtur.

Stívkrampi kemur av einum bakteriu-eitri, sum rakar nervalagið og ger at rossið blívur meira og meira stívt í kroppinum. Deyðatalið er stórt fyri sjúkuna, men hon kann lættliga fyribyrgjast við at koppseta rossini.

Skógarmottur kunnu bera ymiskar sjúkur við sær, ið kunnu smitta bæði fólk og djór, og vilja vit gera alt fyri, at sleppa undan hesum sjúkum í Føroyum. Eingin góðkendur heiligvágur er til viðgerð av skógarmottum hjá rossum, og tí verður mælt til at kanna rossini væl, og taka allar skógarmottur burtur av rossunum, áðrenn tey verða innflutt til Føroya.

Fyribyrging

Tilráðingin at koppseta ross, ið skulu innflytast úr ES, fyri rossaherpes og rossainfluensu, er sjálvandi fyri at verja tað einkulta rossið, men serliga fyri at tryggja, at smittandi sjúkur ikki verða bornar til landið. Stívkrampi er ein hervilig sjúka, ið lættliga kann fyribyrgjast við at koppseta rossini, og tí verður eisini rátt til at koppseta ross, ið skulu innflytast, fyri hesa sjúkuna. Harafturat kunnu skógarmottur bera ymiskar sjúkur við sær, og tí verður eisini rátt til at taka hesar burtur av rossunum, áðrenn innflutning til Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder