JN

Innbjóðing: Steypakapping 2014 og Talvgalla við Gjógv

...

2014-04-21 15:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Talvsamband Føroya  skipar aftur í 2014 - fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin, tann 03. mei 2014. Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv. Karmar og umstøður sum vísa seg at vera heilt framúr.

Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2013/14 - og við Gallaveitsluni - ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøðast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Skráin:

  • kl. 11.00 - Steypakapping
  • kl. 14.00 (uml.) - steðgur og ábit
  • kl. 14.00 (uml.) - atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
  • kl. 16.00 (uml.) - Fundur við feløgini. Evaluering av farna kappingarárinum. Møgulig átøk til komandi kappingarár.
  • kl. 19.00 (uml.) - Talv Gallaveitsla. M.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin.

Kappingarreglur:

Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liðið. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.

Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2013, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.

Kappingin fevnir um 9 umfør, ið verða telvaði við 15 min. umhugsunartíð til hvønn.

Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:

  • Innanhýsis dystur
  • Dupult-umfar: Snartelving (5. min. í part til talvið)
  • 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 5 min. og svartur 4. min. og har kravið er sigur til hvítan

Virðislønir

Ognarsteyp, ferðasteyp og medajur eru til nr. 1, 2 og 3.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á tlf. 75 14 22 (Finnbjørn Vang) . Tilmeldingarfreistin er 26. apríl 2014. Kostnaðurin er kr. 200 fyri hvønn telvara. Fyri onnur áhugaði er kostnaðurin kr. 250. Feløgini rinda upphæddina til TSF.

Gisting

Góðir hýsingarmøguleikar eru á Gjáargarði til sera sámuligan prís - fyri hvønn í dupultkamari 300 kr. og einakamar 500 (gisting í húsinum)

Superior kømur eru til vanligan kostnað sjá www.gjaargardur.fo

Takið lógvatak - og haldi fast - um forkunnuga talvtiltakið !

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND F??ROYA

 

 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder