Ítróttur

Ingi Olsen: Teir kunnu røkka langt, men tað krevur nógva venjing

...

2016-08-23 09:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tá ið U-18 hondbóltsdreingirnir komu aftur við Atlantic Airways í gjárkvøldið, hittu vit á JN.fo - Inga Olsen venjara og settu honum nakrar spurningar. 

Ingi heldur at U-18 dreingirnir kunnu røkka langt, men tað krevur nógva venjing - kappingin er hørð, segði venjarin Ingi Olsen.

Sí myndir her tá ið spælarnir komu aftur.

Hvat sigur tú um frálíka úrslitið?

Sum tú hoyrdi, so segði Hallur, at á hesum túrinum fingu vit eina øðiliga ringa byrjan móti Bulgaria, sum ikki vóru serliga góðir, vit gjørdu eitt hav av feilum, men so mennast dreingirnir, tað er liðið hjá okkum, sum tá stendur øðiliga væl saman - Vit vóru ikki serliga væl fyri móti Makedonia, men dreingirnir hava verið øðiliga fyrimyndarligir, bæði í venjingum og í dystunum, so tað eru fyrimyndarligir dreingir vit hava.

Hava tit vant nógv til hesa kappingina?

Ja, vit hava vant rættuliga nógv - vit hava vant síðan kappingin endaði í vár - fast tvær og tríggjar ferðir um vikuna, so tað hevur verið nógv venjing - ja.

Heldur tú, at um tit vunnu tann fyrsta dystin - kundu tit so vunnið kappingina?

Nei - Ungarn var ein klassa betri enn øll hini liðini, teir vóru nógv størri og betri, so Ungarn var nokk tað besta liðið, men vit kundu verið blivnir nr. 2 - vit kundu saktans verið komnir í finaluna, høvdu vit ella hevði kappingin verið løgd annarleiðis.

Hvussu langt kunnu hesir dreingirnir koma?

Ja - tað er øðiliga nógv upp til teir sjálvar - tað er altíð upp til teir sjálvar, um hvussu nógv, teir vilja leggja fyri. Men tað er eingin ivi, at um teir vara at venja miðvíst - ja - so kunnu teir røkka lant, men tað krevur nógva venjing - kappingin er hørt - tað segði Ingi Olsen vejnari í samrøðu við JN.fo í gjárkvøldið.

Sí myndir tiknar á flogvøllinum HER.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder