Vinna

ICES-tilmælini fyri norðhavssild, svartkjaft og makrel eru komin

...

2013-10-03 23:21 Author image
placeholder

Heildarkvotan fyri makrel og svartkjaft verður størri, meðan kvotan fyri norðhavssild minkar í 2014. Hetta eru niðurstøðurnar, eftir at ICES hevur lagt seinastu hond á tilfarið frá WGWIDE arbeiðsbólkinum, sum varð hildin fyrr í heyst.

ICES mælir til at makrelkvotan verður 890 000 tons (64 % hægri enn í fjør), svartkjaftakvotan 949 000 tons (48 % hægri enn í fjør) og sildakvotan 418 000 tons (32 % lægri enn í fjør).

ICES mælir til at makrelkvotan fer úr 542 000 tonsum upp í 890 000 tons (ein hækking á 64 %), at svartkjaftakvotan fer úr 643 000 tonsum upp í 949 000 tons (ein hækking á 48 %), meðan sildakvotan fer úr 619 000 tonsum niður í 418 000 tons (ein lækking á 32 %).

Niðurgongdin fyri sild var væntandi, hóast at sildin hevur darvað fiskiskapinum eftir makreli í okkara sjógvi seinastu árini. Grundin er tann, at tilgongdin til stovnin hevur verið vánalig síðani 2005. Mett verður, at gýtingarstovnurin fer at minka komandi árini, sjálvt um tilmælini verða fylgd. Í 2013 fer gýtingarstovnurin undir burðardygga markið, sum er 5 milliónir tons, og hetta førir við sær, at lutfalsliga minni kann takast úr stovninum enn vanligt. Við øðrum orðum verður loyvda veiðitrýstið (F) bert 0.099, heldur enn 0.125, sum er vanligt, sambært fyrisitingarreglunum, ið strandarlondini eru samd um.

Uppgongdin fyri svartkjaft kemst av, at fiskiskapurin hevur verið lítil seinastu árini, samstundis sum tilgongdin seinastu árini hevur verið góð. Hetta hevur ført til, at stóra niðurgongdin í stovninum síðani 2004 er støðgað, og stovnurin er í støðugari menning.

Fyri makrel er støðan tann, at vanligi roknihátturin at meta um stovnin ikki kann nýtast í ár. Tað eru fleiri orsøkir til tess, serliga er tað trupulleikar at nýta upplýsingarnar frá veiðuni aftur í tíð. Tí er stór óvissa um veruligu stovnsstøddina. ICES brúkar tá háttin, fevndur av "Data Limited Stocks". Hesin byggir á gongdina í kanningunum og veiðuna seinastu árini. Kanningarnar (eggteljingarnar), ið verða gjørdar triðja hvørt ár og vórðu seinast gjørdar í ár, vísa, at gýtingarstovnurin er næstan tvífaldaður síðani 2004, og veiðan hevur verið vaksandi seinnu árini. Tí metir ICES stovnin at vera væl fyri og mælir til eina munandi hækking í tilmælinum fyri 2014. Ein nýggj roynd verður gjørd í februar 2014 at nýta vanliga rokniháttin at meta um stovnin.

Kelda: Havstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder