Mentan

Í kvøld er Landsdanistevna í Havn

...

2021-08-21 20:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsdansistevnan sera góða undirtøku !


Í kvøld er Landsdanistevna í Havn.
Tað eru Danisfelagið í Havn og Tøkum Lætt, sum vegna Sláið Ring skipa fyri landsdansistevnuni 2021.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti stevnuna í Dansifrøi í kvøld. Seinni í kvøld fara øll oman í Sjónleikarahúsið, har farið verður upp á gólv. Á skránni eru millum annað Brestis kvæði, Hoyberatátturin, Kópa kvæði, Jákup á Møn og Ungdómsvísan.

- Tað er ikki smávegis virksemi, ið liggur aftanfyri eina slíka stevnu. Hetta er ein blandaður hópur, har felagsnevnarin er lívsgleði.

- Dansur og lívsgleði er besta blandingin, ið hugsast kann. Tú hittir vinir sum fremmand og kennir ein felagsskap, sum er torførur at finna í øðrum sambondum í so stóran mun.

- Einastandandi er eisini, at hóast tit hava framúr dansarar tykkara millum, so er hetta hvørki ein kapping ella ein uppvísing. Hetta er stutt sagt eitt kvøld við hugna og felagsskapi, sum er ætlaður øllum dansiáhugaðum.

- Og nú eru skjótt 30 ár síðan, tit skipaðu fyri dansistevnu her í Havn á fyrsta sinni ??? tað var í Høllini á Hálsi.

- Vit í Havn gleðast um leiklutin sum vertur hesaferð, og tað sigur eisini nakað um, at dansurin hevur góðar umstøður kring landið.

- Tað var ikki frítt at dansihugurin kendist í beininum, tá eg sá skránna.

- Eg havi áður steðgað á og hugsað, at hyggur ein at nøvnunum á ymsu dansifeløgunum, leggur ein til merkis, at orð sum gaman, fragd, frøi og hugni ganga aftur og aftur.

- Tað sigur nakað um tann stemning, tit møta upp við, og tað mennandi og heilsugóða mentanararbeiði, tit standa fyri.

- Tað er tí ikki ov nógv at siga, at dansifeløgini saman við Sláið Ring bera týðandi føroyskan og evropeiskan mentanararv víðari til komandi ættarlið. Og ikki bert tað. Lagt verður aftrat við nýyrktum kvæðum og vísum, og kvæða- og dansimentanin gevur eisini íbástur til aðra mentan og list.

- Hetta strev gera tit av áhuga og av alski til dansin og mentanina. Hetta kann ikki virðismetast ov høgt.

- Eg veit, at stórur partur av virkseminum bæði í Sláið Ring og í dansifeløgunum í bygd og bý, er barnadansurin. Neyðugt er alsamt at seta tey ungu við og menna dansin og kvæðamentanina.

- Tað er ómetaliga stuttligt at síggja, at fleiri yngri taka á seg at skipa kvæði. Tað krevur ikki bert dirvi, men drúgva tíð at læra seg ørindini og at fáa kvæðið at sita. Eingin verður kvæðakempa eftir einum dansikvøldi, men kyknar hugurin er longu nógv vunnið, og hetta megna tit í dansifeløgunum væl, segði Heðin Mortensen millum annað, tá ið borgarstjórin setti Landsdansistevnuna 2021.

At enda beyð hann vegna Tórshavnar býráð øllum vælkomnum til Havnar og ynskti øllum eina góða dansistevnu bæði í Dansifrøi og í Sjónleikarahúsinum.

Kelda: Tórshavn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder