Í herna ímóti internettrøllum
Tá tónin gerst so harður á alnetinum, at fleiri lata vera við at luttaka í einum demokratiskum kjaki, er tað ein hóttan ímóti skrivi- og talufrælsinum og samstundis viknar fólkaræðið eisini.
M.a. hetta fer ráðstevnan, Ung, talu- og skrivifrælsi og sosialir miðlar, at snúgva seg um. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum 24. august kl. 8.30.
Á ráðstevnuni verður m.a. kjakast um, hvussu norðurlendsku londini kunnu betra um veðurlagskjakið á sosialu miðlunum og harvið eisini verja talu- og skrivifrælsi.
Ímillum luttakararnar á ráðstevnuni verður danski kjakarin, Emma Holten, sum í 2014 bleiv kend fyri at fara í herna ímóti hevndarporno, tá nakinmyndir av henni vórðu deildar uttan hennara samtykki.
Ráðstevnan er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Meldið til á nlh.fo
Norðurlandahúsið og Norðurlendska Ráðharraráðið skipa fyri tiltakinum
Skráin:
08.30 Morgunmatur
09.00 Gunn Hernes bjóðar vælkomin (Føroyar)
09.10 Internettrøll kvæla politiska kjakið ímillum ung, Emma Holten (Danmark)
09.25 ??tlanir ímóti nethatri, Aina Landsverk Hagen (Noreg) (luttekur talgilt)
09.40 Ávaringarklokkurnar áttu at havt ringt, fólkaræðið er hótt, Niklas Wilhelmsson (Finnland)
09.55 Soleiðis mótarbeiðir Facebook haturstalu, Laura Cartens, Public Policy, Benelux & Nordic countries, Facebook (luttekur talgilt)
10.10 Norðurlendskt samstarv í royndum fyri talu- og skrivifrælsi og ímóti haturtalu, Høgni Hoydal, tingmaður í Norðurlandaráðnum (Føroyar)
10.25 Pallborðskjak: Hvør tekur ábyrgd?
Emma Holten
Laura Carstens (luttekur talgilt)
Høgni Hoydal
Anna Falkenberg (UNR, Føroyar)
11.00 Liðugt
Tilmelding á nlh.fo (ókeypis)
Ráðstevnan verður stroymd á Facebook:https://www.facebook.com/nordurlandahusidkl. 9-11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald